Keypstreytir


Seljari

Húgva


Prísir

Allir prísir eru íroknað MVG.


Gjalding

Bíløgd vøra skal gjaldast umvegis gjaldsskipanina ella umvegis bankaflyting. Eisini kann gjaldast kontant, um man ynskir at avheinta vøruna sjálv/sjálvur

 
Gjaldskort

Hesi gjaldskort kunnu brúkast, Dankort.  
Gjaldingin fer fram gjøgnum Onpay sum Appnet umboðar. Hetta er viðurkend og trygg gjaldsskipan, og koyrir við 3D secure. Vit goyma ongantíð tínar gjaldsupplýsingar.


Levering

Bíløgd vøra kann heintast ella sendast heim til tín.
Leveringstíðin er vanliga 2-3 dagar, alt eftir hvar í landinum bíleggingin skal sendast. 
Kostnaður fyri vørusendingina er DKK 39.- Hesin kostnaður verður lagdur afturat vørukostnaðinum.


Kostnaður fyri levering

Tað kostar einki, um tú sjálv/sjálvur heintar vøruna.
Kostnaðurin fyri levering við Posta er DKK 39,-. Kostnaðurin verður lagdur afturat kostnaðinum fyri bíløgdu vørurnar.

Tá partur av bílegging tíni ikki er á lagur

Um partur av bílegging tíni ikki er á lagur hjá okkum, seta vit okkum í samband við teg og siga frá, nær øll bíleggingin væntast at vera á lagur.


Iðranarrættur

Iðranarrætturin hjá hugva.fo er sambært vegleiðingunum frá danska Forbrugerombudsmanden.
Kundar hjá hugva.fo hava 14 daga iðranarrrætt fyri vøru, sum er bíløgd og keypt á hugva.fo. Iðranarrætturin er galdandi frá tí degi, man hevur fingið vøruna í hendi.
Kundin hevur soleiðis 14 dagar at boða frá brúki av iðranarrættinum, og síðani haraftaná 14 dagar at senda vøruna retur til hugva.fo
Vøran skal sendast aftur til okkum í sama standi, sum hon var í, tá kundin fekk vøruna.
Kundin skal sjálvur rinda fyri at senda vøruna aftur til hugva.fo tá iðranarrætturin verður brúktur.
Tá vit hava móttikið vøruna, ger felagið bankaflyting, áljóðandi alla keypsupphæddina aftur til keypara. Kontonummar má soleiðis eisini upplýsast. Um tað greitt framgongur, at vøran er brúkt, tá iðranarrætturin verður fráboðaður og vøran aftursend til okkara, verður iðranarætturin antin sýttur ella verður upphædd fyri virðisminking trekt frá tí upphædd, sum verður flutt aftur til kundan.

Brek við vøru

Um kundi hjá hugva.fo leggur til merkis, at tað er brek við vøruni, skal hetta boðast frá  skjótast gjørligt eftir at brekið er lagt til merkis.
Allar tílíkar fráboðanir verða handfarnar sambært tí í Føroyum galdandi keypslóg.
Kundin skal tá seta seg í samband við hugva.fo umvegis teldupost og greiða frá brekinum. Best er um kundin eisini sendir myndir av brekinum.
Verður brekið staðfest av okkum, fær kundin sum oftast eina nýggja vøru av sama slag. Um vøra av sama slag ikki skaffast longur, verður kundanum bjóðað at fáa líknandi vøru ella avsláttur í prísinum og so varveita upprunavøruna. Ynskir kundin ikki at fáa líknandi vøru ella at fáa ein avsláttur í keypsprísinum og so varðveita uppunavøruna, stendur honum í boði at lata keypið ganga aftur.
Um kundin ynskir at fáa aðra vøru ella at lata keypi ganga aftur, hevur kundin skyldu at lata upprunavøruna aftur til hugva.fo
Aftaná 2 ár kann kundin ikki longur fráboða brek við vøruni.

Klaga

Klaga um hugva.fo kann fyri privatar brúkarar gerast til Brúkaraumboðið í Føroyum.